Startup Podcastið #02: Hildarting v/ Tóka Ellefsen & Bartal Hofgaard Hestoy

Vinmenninir Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy hava altíð dámt væl borðspøl. Tí fóru teir í holt við at skapa sítt heilt egna: Hildarting er eitt føroyskt spæl sum minnir um tað vælkenda Risk.

Hoyr meg práta við teir báðar um mongu avbjóðingarnar teir møttu á leiðini. Hvat gert tú, tá ið seinking omaná seinking stingir seg upp frá fabrikkini, og tú noyðist at fáa spælið í handlarnar áðrenn jól? Ella tá ið eitt líknandi spæl knappliga kemur á hillarnar, áðrenn títt yvirhøvur er kunngjørt? Hoyr nýggja partin niðanfyri ella á appunum Apple Podcast og Stitcher.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Startup Podcastið #01: Polar Films v/ Andres Jacobsen

Tá Andres Jacobsen var heilt ungur gjørdu hann og vinmenninir gysara filmar við grísa-hjørtum og medistarapylsu. Nú eigur og rekur hann Polar Films saman við Brian Samson, har teir báðir film-nørdarnir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum um alt Føroyar.

Hoyr meg práta við Andres um hvussu hann bleiv áhugaður í at gera filmar, hví hann bleiv kosin Ársins Íverkseti 2016, og hvat liggur í framtíðini hjá Polar Films. Tú hoyrir tað niðanfyri ella á appunum Apple Podcast og Stitcher.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Hvat er ein startup?

Orðið “startup” verður slongt runt um allar møguligar fyritøkur. Men hvat merkir tað? Tað hevur týdning at gera greitt, at har er munur á einari íverksetarafyritøku og einari startup.

Alt, sum setir nakað í verk, er “íverksetan”. Tú ert íverksetari, um tú stovnar eina KT-fyritøku, matstovu ella einstaklinga ráðgevarafyritøku. Tú ert íverksetari, um tú skipar fyri einari fótbóltskapping, heldur eina konsert ella tekur stig til árliga jólafrokostin hjá arbeiðsplássinum.

Les meira

Onkur burdi

Eg hoyri ofta um ymisk átøk, sum “onkur burdi” tikið stig til. Hugskot til nýggjar fyritøkur og tænastur. Hugskot til tiltøk. Onkur burdi gjørt hesi hugskotini til veruleika.

Les meira

Eitt stað at skriva

Tá eg var lítil, elskaði eg at byrja ymiskt. Í barnagarðinum byrjaði eg ein karate-skúla fyri hinum børnunum. Eg dugdi ikki karate, men tað fortaldi eg teimum ikki. Eg gjørdi og seldi einaferð lutaseðlar. Eg seldi fimm lutaseðlar fyri tvær krónur stykkið, og gav vinnaranum 100,- kr (mostir noktaði at taka ímóti teimum, og eg varð krútfornermaður).

Eftirhondini sá eg, at har vóru nógv onnur fólk, sum eisini dámdu væl at byrja ymiskt. Eg lærdi orðið “íverksetan”, og dugdi tá at seta orð á mína passión. Síðani tá havi eg tikið stig til átøk, sum hava loyst seg eitt sindur betur enn mínir lutaseðlar.

Les meira