Startup Podcastið #04 – 1handPlate v/ Marionnu Andreassen og Marinu Moraitis

Summi hugskot eru úrslit av einari irriterandi hending, har tú hugsar “tað má vera ein betri máti at gera hetta uppá”. Eitt av teimum er 1handPlate, tallerkurin til móttøkur har títt vínglas kann hangast á, so tú hevur aðru hond leysa.

Hoyr meg práta við Marionnu Andreassen og Marinu Moraitis um fyrimunir við at ikki vita for nógv og um avbjóðingarnar tá familjan er saman um eina fyritøku. Tú hoyrir nýggja partin niðanfyri ella á Apple Podcast og á øðrum podcast appum.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.