Eitt stað at skriva

Tá eg var lítil, elskaði eg at byrja ymiskt. Í barnagarðinum byrjaði eg ein karate-skúla fyri hinum børnunum. Eg dugdi ikki karate, men tað fortaldi eg teimum ikki. Eg gjørdi og seldi einaferð lutaseðlar. Eg seldi fimm lutaseðlar fyri tvær krónur stykkið, og gav vinnaranum 100,- kr (mostir noktaði at taka ímóti teimum, og eg varð krútfornermaður).

Eftirhondini sá eg, at har vóru nógv onnur fólk, sum eisini dámdu væl at byrja ymiskt. Eg lærdi orðið “íverksetan”, og dugdi tá at seta orð á mína passión. Síðani tá havi eg tikið stig til átøk, sum hava loyst seg eitt sindur betur enn mínir lutaseðlar.

Í 2008 stovnaði eg Gaming.fo, føroyska heimasíðan fyri telduspælarar, og eg reki hana enn sum hobby. Í 2009 stovnaði eg eBillett.fo, fyrsta samlaða online billettsølan í Føroyum, har fleiri túsund billettir eru seldar til alskyns tiltøk kring landið (eg seldi tænastuna í 2012). Í 2010 útgav eg borðspælið Scrabble á føroyskum, saman við ommu og abba. Tað er ein heilt onnur kensla at fáast við eina fysiska vøru.

Í 2011 flutti eg til Keypmannahavnar at lesa. Eg kom knappliga í ein heilt annan heim, við einum frískum og aktivum startup umhvørvi, við síni egnu livandi mentan. Ta fyrstu summarferiuna setti eg mær fyri at vera við til at skapa nakað líknandi í Føroyum, og eg skipaði fyri fyrstu Nebula íverksetanarráðstevnuni. Tiltakið hevur nú verið trý ár á rað, og eg eri longu byrjaður at fyrireika tað fjórða.

Í ár byrjaði eg at skriva fyri danska miðilin Trendsonline.dk, sum skrivar um danska startup umhvørvið. Eg havi funnið útav, at mær faktiskt dámar væl at skriva. Tí havi eg sett ein blog upp á halgir.fo, har eg ætli mær at skriva um íverksetan, tøkni, og annað sum stingur seg upp. Hetta verður fyrst og fremst fyri meg sjálvan, so eg fái nakrar tankar formuleraðar, og meira venjing í at skriva. Men tað bilar heldur einki, um tað vísur seg, at onkur finnur uppá at lesa tað.

Eg eri altíð spentur uppá at møta fólki, sum arbeiða við sínari passión. Um tú ert staddur/stødd í Keypmannahavn, so latið okkum taka eitt stutt prát og kaffi. Sig mær frá.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.