Hvat er ein startup?

Orðið “startup” verður slongt runt um allar møguligar fyritøkur. Men hvat merkir tað? Tað hevur týdning at gera greitt, at har er munur á einari íverksetarafyritøku og einari startup.

Alt, sum setir nakað í verk, er “íverksetan”. Tú ert íverksetari, um tú stovnar eina KT-fyritøku, matstovu ella einstaklinga ráðgevarafyritøku. Tú ert íverksetari, um tú skipar fyri einari fótbóltskapping, heldur eina konsert ella tekur stig til árliga jólafrokostin hjá arbeiðsplássinum.

Tú ert íverksetari, um tú stovnar eina startup. Men ikki allar íverksetarafyritøkur eru startups. So hvat akkurát er ein startup? Eg kann ikki geva tær eitt endaligt svar, tí tað finst ikki enn. Men nøkur av fremstu fólkunum á økinum vísa á eginleikar, sum geva okkum eina góða ábending um, hvussu vit skulu definera startups.

Stødd, vøkstur ella endamál?

Eg las nýliga eina grein á TechCrunch, har skrivarin fortelur, at øll hava hvør sína definitión um eina startup, og at tey taka næstan øll feil. Hann sigur so víðari, at ein startup definerast av støddini á fyritøkuni, har avgerandi tølini eru umsetningur, tal av starvsfólki og samlaða virði. Eg pástandi, at hann tekur sjálvur feil, og at ein so breið og ógreið definitión ikki kann brúkast til nakað.

Paul Graham er ein frontmaður í altjóða startup umhvørvinum. Hann hevur stovnað Y Combinator, heimsins fremsti startup inkubator. Í 2012 skrivaði hann eina grein um, hvat definerar eina startup, har hann fortelur, at ein startup er ein fyritøka, sum er gjørd til at vaksa nógv og skjótt.

Hetta verður neyvari definerað av Steve Blank, sum hevur skrivað bøkur um startups og undirvísir í íverksetan á Berkeley og Stanford. Í einari samrøðu við Forbes fortaldi hann at:

“A startup is a temporary organization designed to search for a repeatable and scalable business model.” – Steve Blank

Hvat merkir tað? At virkismodellin er skalerbar merkir, at tú kanst tjena fleiri pengar við at tveita fleiri pengar eftir sølufólki ella lýsingum. At hon er endurtakilig merkir, at hon kann endurtakast í framtíðini av einum sølutoymi; altso, at inntøkur ikki eru tengdar at td. einkultum kundum, sum startup stovnarin hevur serliga góða kontakt til.

Endamálið við einari startup er tí at menna og koma fram til eina virkismodell, sum principielt kann yvirtakast av uttanfyristandandi og framhaldandi tjena pengar og vaksa.

Og hvat so?

Hví hevur tað týdning at gera mun á íverksetarafyritøkum og startups? Ymisk sløg av fyritøkum krevja ymiskar tilgongdir fyri at eydnast, og hava ymiskar fortreytir fyri eitt nú fígging. Áðrenn tú opnar eina nýggja café, skal tú fyrst gera tær greitt, um marknaður er fyri henni. Hon verður ofta fíggjað við uppspardum eginpeningi ella láni. Hon skal helst geva yvirskot frá fyrsta degi.

Til samanbering hevur ein startup fáar vónir um yvirskot frá byrjan. Hon skal leita eftir einari virkismodell, sum endar við at geva skalerbart yvirskot. Henda leitanin er dýr, og kann taka nógvar mánaðir. Ofta koyra startups í áravís við undirskoti, men koma nærri og nærri einari fungerandi virkismodell. Henda leitanin verður ofta fíggjað við eksternum íløgum. Vegna høga váðan væntar mann eisini at tílíkar íløgur geva avkast uppá x10 ella meira. Fyri hvørja startup, sum gevur yvirskot til ein íleggjara, hevur viðkomandi ofta tíggju íløgur sum fara á heysin.

Sum íverksetari mást tú gera tær greitt, júst hvat slag av fyritøku tú arbeiðir við. Um tú opnar eina café ella bjóðar teg út sum KT-ráðgeva, hevur tú brúk fyri einari heilt aðrari tilgond til títt arbeiði, enn um tú stovnar eina startup. At gerast íverksetari er hart arbeiði, og tú skyldar tær sjálvum at seta teg inn í, hvussu tú tryggjar tínari ætlan bestu karmar fyri at eydnast.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.