Onkur burdi

Eg hoyri ofta um ymisk átøk, sum “onkur burdi” tikið stig til. Hugskot til nýggjar fyritøkur og tænastur. Hugskot til tiltøk. Onkur burdi gjørt hesi hugskotini til veruleika.

Síðani 2008 havi eg rikið heimasíðuna Gaming.fo. Gjøgnum hana havi eg skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú Gaming.fo Cup 2011, fyrsta (og enn einasta) tiltakið av sínum slagi í Føroyum. Gjøgnum árini havi eg hoyrt nógv uppskot um, hvat Gaming.fo burdi gjørt og skipað fyri.

Mítt svar er sum oftast:

Hatta er eitt super hugskot. Eg haldi, at tú skalt gera tað, so skal eg nokk hjálpa, við tí eg kann.

Hugskotið plagar at steðga har.

Í samband við Nebula íverksetanarráðstevnuna, havi eg hoyrt nógv líknandi uppskot. Nógv fólk hava góð hugskot til, hvørji onnur tiltøk onkur burdi skipað fyri.

Mín generella fatan er, at føroyingar hava nógv fín hugskot og eru góð til at siga “onkur burdi”. Men ov fá siga “eg burdi”.

Tað nýtist ikki at vera so innviklað at skapa eitt livandi startup umhvørvi í Føroyum. Eg haldi, at tann besta møguliga byrjanin vildi verið at broytt hugburðin frá “onkur burdi” til “eg burdi”.

Vilt tú vera onkur?


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.