Soleiðis verjir tú tíni loyniorð

Títt lív er digitalt. Banka upplýsingar, teldupostur, Facebook vangar. Alt er vart av tínum loyniorði. Men um títt loyniorð er “kotan” ella “latmeginn123”, so ert tú illa vard.

Tí hevur tað so stóran týdning, at tú brúkar ein password manager [1].

Hvat er ein password manager?

Ein password manager er eitt amboð, sum umsitur øll tíni loyniorð. Men hví skulu tey umsitast? Hví kanst tú ikki bara brúka tað sama loyniorðið allastaðni, so tað er lætt at minnast? Tí tað er mega, super, totalt ótrygt. Í 2012 vórðu 10 føroyskar heimasíður hackaðar [2] og 1.500 brúkaranøvn og loyniorð almannakunngjørd.

Útyvir at tað kanska er flóvisligt um øll vita at títt loyniorð er “doggystyle” [3], so eru allar tínar konti útsettar, um tú brúkar tað sama loyniorðið aðrastaðni.

Við einum password manager kanst tú automatiskt skapa trygg loyniorð [4], sum eru unikk fyri allar tænastur tú brúkar. Tað merkir, at um títt loyniorð fyri eina tænastu verður útsett, so eru restin trygg.

Hvussu ger mann?

Fyrst skalt tú velja tær ein password manager. Sjálvur brúki eg LastPass, men har finnast fleiri alternativ (eisini open-source). Tað er ikki so farligt, hvønn tú brúkar, bara at tú gert tað.

Tá tú gert ein brúkara, velur tú tær eitt “master loyniorð”, sum altso kemur at verja øll onnur loyniorð hjá tær. Tí hevur tað stóran týdning, at hetta loyniorðið er trygt! Eg viðmæli, at tú gert hetta loyniorðið til ein setning, sum er lættur hjá tær at minnast. Og sum føroyingur hevur tú tann eyka fyrimunin, at títt loyniorð uttan trupulleikar kann innihalda løgnar bókstavir sum til dømis æ og ø.

Flestu password managers hava apps til Mac, Windows, Linux, iOS og Android. Harumframt hava teir plugins til internet browsarar, so tað er lætt at fylla tíni loyniorð út.

Stórsti vansin við at brúka ein password manager er, at um onkur fær at vita hvat títt master loyniorð er, so eru øll tíni loyniorð útsett. Tí viðmæli eg, at tú brúkar multi-factor authentication. Hetta merkir, at tú innritar við einum loyniorði og einum eyka lykli, sum til dømis tá tú fært eitt SMS fyri at innrita við MínLykil [5].

Samanumtikið

Tað er ótrygt at brúka sama loyniorðið til fleiri ymsar tænastur. Tí eigur tú at brúka ein password manager, sum skapar og umsitur trygg, unikk loyniorð til allar tínar tænastur. Eg brúki LastPass, men har finnast fleiri.

Um tú ert von við at hava tvey ella trý loyniorð sum tú brúkar til alt, so er tað løgi at skifta til ein annan máta at gera tað uppá. Men tað er nógv tryggari, og eg lovi tær, at tað er lættari at lata tín password manager umsita tíni loyniorð enn at royna at minnast til hvørja variatión av loyniorðinum tú brúkti til hasa heimasíðuna tú ritar inn á tvær ferðir um árið (Byrjaði tað við stórum bókstavi? Var har eitt 1-tal til síðst ella ikki?).

Hevur tú góðar ella ringar royndir við at brúka password managers? Hevur tú onnur góð ráð til KT trygd? Skriva mær ein mail, ella skriva eina viðmerking niðast á síðuni.


[1] Eg burdi nokk umsett hetta til “loyniorð umsitari”, men tað ljóðar løgi. So tað tími eg ikki.

[2] Eg viðgangi, at eg átti eina av teimum.

[3] Nei, hetta er ikki nakað eg finni uppá. Tað var eitt av teimum almannakunngjørdu loyniorðunum.

[4] Hetta er eitt dømi um eitt loyniorð skapt av mínum password manager: C%3t5bnzbV&#

[5] Les um hvussu tú brúkar multi-factor authentication við LastPass á teirra heimasíðu.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.