Startup Podcastið #05 – Simprentis v/ Ólavur Ellefsen

Ólavur er garvaður íverksetari. Han var millum annað við til at stovna Kall, sum seinni varð selt til Vodafone. Men tá hann fór í holt við Simprentis, helt hann tað skuldi vera hansara lívsverk og ongantíð seljast. Allíkavæl seldi hann tíggju ár seinni fyritøkuna til ein altjóða oljurisa fyri 15 milliónir krónir.

Hoyr meg práta við Ólav um leiðina frá startup til exit, um fyrimunir og vansar við at arbeiða úr Føroyum sum íverksetari og um hansara ráð til aðrar íverksetar. Tú hoyrir nýggja partin niðanfyri ella á Apple Podcast og á øðrum podcast appum.


Vilt tú fáa dagføringar um føroyska startup umhvørvið? Spennandi lesnað um íverksetan og tøkni? Melda teg til Startup Brævið, tíðindabrævið har eg samli stimbrandi tilfar úr Føroyum og aðrastaðni.

Viðmerkingar

Comments are closed.