Grøn orka er grøn

Kringvarpið skrivar at umlegging til grøna orku er svørt. Men tað er ein misskiljing sum er løtt og vandamikil at taka til.

Hevur tú keypt tær el-bil? Ella hitapumpu? Tað ljóðar grønt – men tað er tað ikki. […] Orsøkin er manglandi megi at framleiða vind- og vatnorku.

Tað passar, at tá ið vit økja um elnýtsluna, økja vit tilsvarandi um elframleiðsluna, sum í stóran mun er tengd at olju. Tí hevur tað alstóran týdning at arbeiða miðvíst móti at útbyggja elframleiðslu úr varandi keldum, til dømis vindi og vatni.

Tá ið ein bilur koyrir ein kilometur, brúkar hann somu mongd av orku, óansæð hvar hon kemur frá. Hvussu svart hetta er, veldst um tvey viðurskifti:

  1. Hvussu er orkan framleidd?
  2. Hvussu nógv orka fer til spillis?

Ein elmotorur í Føroyum brúkar í dag somu orkukeldu sum ein brennimotorur, og tað er olja. Men ein elmotorur brúkar orku sum er framleidd á einum elvirki, har minni av orkuni fer til spillis. Ein bilur við brennimotori framleiðir sjálvur sína orku, og tá fer munandi meira orka til spillis. Tí hava elbilar longu í dag minni útlát enn bilar við brennimotori, sjálvt um orkan verður framleidd úr olju.

Ein elbilur ella hitapumpa eru ikki grønar loysnir í sær sjálvum. Tær eru loysnir sum brúka el ístaðin fyri lokala nýtslu av fossilum brennievni. Soleiðis eru tær parallelt viðvirkandi í arbeiðinum móti einari veruligari grønari umlegging, sum snýr seg um at framleiða meira el úr varandi orkukeldum. Bæði útboðið og eftirspurningurin skal byggjast samstundis.

Elbilar og varandi orkukeldur hava sínar egnu vansar og avbjóðingar. Vit skulu altíð fyrihalda okkum kritiskt til hesar. Men at ávísar loysnir ikki eru perfektar skal ikki brúkast sum umbering fyri at ikki arbeiða móti eini betri framtíð.

Samanbering av talgildum lýsingamiðlum: Part Deux

Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdi eg eitt eksperiment, har eg samanbar lýsingar á fýra ymsum online miðlum: Facebook, Google Ads, LinkedIn og Vevlýsingar. Tú kanst lesa um tað eksperimentið og úrslitini her: Samanbering av talgildum lýsingamiðlum

Tá brúkti eg loysnina Smálýsingar hjá Vevlýsingum, sum eru tekstur og supplerandi mynd. Eg gjørdi tað sama hjá hinum miðlunum fyri at samanberingsgrundarlagið skuldi vera so eftirfarandi sum gjørligt.

Hesuferð ynskti eg at samanbera bannara lýsingar. Eg gjørdi eina 1000×500 Flexlýsing at brúka hjá Vevlýsingum, og líknandi bannarar aðrastaðni.

Framferðarháttur

Í eina viku (14.05.2021 til og við 20.05.2021) havi eg keypt lýsingar fyri tænastuna Biolink á hesum miðlum:

Lýsingarnar eru so líkar sum gjørligt fyri at samanberingsgrundarlagið skal vera so eftirfarandi sum gjørligt. Eg velji at koyra Flexlýsingina á dagur.fo, sum kostar 115,- kr um dagin. Eg velji sama budget á hinum miðlunum.

Samstundis brúki eg vevmátingar amboðið Plausible at máta trafikkin til heimasíðuna frá hesum lýsingum. Eg identifiseri kelduna við at brúka UTM frámerki.

Tíverri fekk eg (aftur hesuferð) trupulleikar við Google Ads. Hóast skipanin fortelur, at alt er rætt og gott, so verður lýsingin ikki víst. Eg kanni hetta nærri, men viðvíkjandi júst hesum eksperimentinum má eg staðfesta, at Google Ads miseydnaðist.

Úrslit

Her eru samlaðu tølini fyri vikuna.

Aftur hesuferð eru úrslitini frægast hjá Facebook, men ikki við líka sannførandi muni sum seinast. Facebook brúkti alt mítt ásetta budget. Tískil er samlaða nýtslan hendan:

  • Vevlýsingar: 805,- kr
  • Facebook: 805,- kr
  • Google Ads: 0,- kr

Sum áður nevnt, koyrdi lýsingin als ikki á Google Ads og brúkti tí einki av mínum budgetti. Eg brúki tøluni fyri ferðslu og kostnað til at rokna mín effektiva Cost-Per-Click (CPC) hjá hvørjum miðli. Hetta talið sigur mær, hvussu nógvar pengar eg endaði við at geva fyri hvørja ferð ein brúkari vitjaði heimasíðuna gjøgnum lýsingina.

🖱️ CPC
🥇 Facebook: 1,85 kr
🥈 Vevlýsingar: 3,26 kr
💩 Google Ads: ∞,- kr

Av tí at talan er um sera visuellar bannaralýsingar, so er tað hugsandi, at eksponeringin er verd meira enn bert, hvussu nógv fólk trýsti á hana. Tí taki eg hesuferð Cost-Per-Mille (CPM) við í metingina, sum sigur mær, hvussu nógvar pengar eg brúki hvørja ferð, lýsingin verður víst 1.000 ferðir. Tá eru úrslitini hesi:

👀 CPM
🥇 Vevlýsingar: 1,84 kr
🥈 Facebook: 10,82 kr
💩 Google Ads: ∞,- kr

Niðurstøða

Seinast var Google Ads greiður vinnari mátaður í reinum CPC, men hesuferð miseydnaðist tíverri at fáa nøkur úrslit. Eg nevndi seinast, at Google Ads er tiltikið torført í føroyskum høpi. Allíkavæl vænti eg at royna tað aftur eina aðru ferð vegna greiðu úrslitini seinast. Tað kostar heldur einki at seta eina lýsing upp, um hon ikki verður víst, og tað skal ikki neyðturviliga so nógv arbeiði til.

Facebook hevði aftur hesuferð fyrimunin í CPC, og var harvið tann bíligasta keldan av ferðslu til heimasíðuna. Men tað kostaði næstan seks ferðir so nógv sum Flexlýsingin fyri hvørja ferð bannarin varð vístur einum brúkara. Tíverri dugi eg ikki at seta tal á relativa virðið av ferðslu mótvegis eksponering, men tað er eisini ymiskt, alt eftir hvørjum tú lýsir fyri.

Sum skrivað omanfyri hevði Flexlýsingin hjá Vevlýsingum stóran fyrimun í CPM hóast haltandi CPC. Tað ger hana betri egnaða til summi endamál og verri egnaða til onnur endamál.

Ver tann býttasti

Eg plagdi at spæla á einum Counter-Strike liði. Vit vandu saman og luttóku í kappingum. Eg var nokk so vánaligur.

So bleiv eg manager hjá einum nógv betri liði. Eg brúkti so nógva tíð uppá hetta, at eg varð tveittur úr fyrra liðnum fyri at spæla for lítið.

Hóast eg knappliga spældi nógv minni Counter-Strike enn eg gjørdi áðrenn, so byrjaði eg knappliga at duga betur enn eg nakrantíð hevði dugað. Hvussu ber tað til?

Tá eg gjørdist manager hjá tí betra liðinum, víðkaðist mítt sosiala netverk við spælarum sum vóru nógv betri enn eg. Tað hevði við sær, at tá eg spældi Counter-Strike fyri stuttleikar var eg næstan altíð tann vánaligasti spælarin til staðar. Eg noyddist at pressa meg sjálvan fyri bara at fylgja nøkulunda við.

Hetta er lykilin til at blíva betri, óansæð um tað snýr seg um Counter-Strike, fótbólt, software menning ella rættstaving. Stremba eftir at koma í støður, har tú noyðist at pressa teg sjálvan fyri yvirhøvur at fylgja við. Soleiðis mennist tú skjótast.

Góði halt kjaft

Eg plagdi at grenja nógv. Um nakað irriteraði meg, so grenjaði eg um tað.

Fór onkur úr rundkoyringini uttan at blinka? Grenja.
Stendur sólin lágt og eg havi gloymt sólbrillur? Grenja.
Fekk eg lægri karakter enn eg helt meg hava uppiborið? Grenja.

So fór eg at fjakka við nøkrum vinmonnum. Tað er ein fantastisk uppliving, men tú kemur ikki uttanum nógvar lítlar irritatiónir. So eg grenjaði. Ryggsekkurin er for tungur. Grenja. Hesin býurin er illa skeltaður. Grenja. Tokið er seint. Grenja. Eg eri heitur. Grenja. Eg eri kaldur. Grenja.

Inntil ein av mínum vinmonnum bleiv troyttur av at hoyra uppá meg. Hann segði “góði halt kjaft”. Fyrst varð eg fornermaður, men nokk so skjótt gekk tað upp fyri mær hvussu nógv eg hevði grenjað, og hvussu lítið tað gagnaði nøkrum!

Tað er strævið at hoyra fólk grenja. Og tað er strævið fyri teg sjálvan at grenja! Tú skapar einki annað enn ein negativan stemning fyri teg og tey rundanum teg.

Tá tók eg fyrsta stig til at broyta hugburð. Tað bleiv til hendan stutta frymilin:

Seinni lærdi eg um stóisismu, og kenni nógv av tí aftur í hugburðinum sum eg strembi eftir.

Tað snýr seg ikki um at gerast kensluleysur ella vónleysur. Tað snýr seg um at kenna mun á tí sum er vert at brúka orku uppá og tí sum er best at lata fara. Tað hevur lætt nógv um mítt egna lív, og eg tori at pástanda at tað hevur gjørt meg til ein betri persón.

Vert at royna.

Samanbering av talgildum lýsingamiðlum

Bakgrund

Vit hava nógv at velja millum tá vit skulu lýsa á internetinum. Men hvar fáa vit mest fyri pengarnar? Eg havi roynt at farið semi-vísindiliga til verka fyri at fáa eitt benchmark av hesum.
Hetta er eitt sera einfalt eksperiment, og har eru nógv fleiri faktorar sum spæla inn í hetta enn eg havi tikið atlit til. Allíkavæl haldi eg tað hevur virði at fáa eina hóming av effektivitetinum hjá ymsum miðlum.

Framferðarháttur

Í eina viku (17.03.2021 til og við 23.03.2021) havi eg keypt lýsingar fyri heimasíðuna Leita.fo á hesum miðlum:

Lýsingarnar eru so líkar sum gjørligt fyri at samanberingsgrundarlagið skal vera so eftirfarandi sum gjørligt. Eg seti eitt budget á 60,- kr um dagin á hvønn miðil uttan at taka støðu til tíðir á degnum ella øðrum effektiviseringum.

Samstundis brúki eg vevmátingar amboðið Plausible at máta trafikkin til heimasíðuna frá hesum lýsingum. Eg identifiseri kelduna við at brúka UTM frámerki.

Úrslit

Her eru samlaði tølini fyri vikuna.

Vit síggja at í hesum eksperimentinum er Facebook greiður vinnari. Men her er enn ikki tikið hædd fyri brúktu upphæddunum.

Budgettið á hvørjum veitara varð sett til 60,- kr um dagin, men alt budgettið er ikki brúkt. Hjá Vevlýsingum er fulla budgettið brúkt og sýningar tillutaðar hareftir. Hjá hinum trimum er nýtslan roknað annarleiðis út frá útboðnum av sýningum. Tískil er hetta samlaða nýtslan:

  • Vevlýsingar smálýsingar: 420,- kr
  • Facebook: 346,- kr
  • Google Ads: 17,- kr
  • LinkedIn: 48,- kr

Her er stórur munur á samlaðu nýtsluni, hóast identisku budgettini. Av onkrari orsøk er serliga nýtslan á Google Ads ógvusliga tálmað. Eg kann brúka tølini fyri ferðslu og kostnað til at rokna mín effektiva Cost-Per-Click (CPC) hjá hvørjum veitara. Hetta talið sigur mær hvussu nógvar pengar eg endaði við at geva fyri hvørja ferð ein brúkari vitjaði Leita.fo gjøgnum eina lýsing.

🥇 Google Ads: 0,20 kr
🥈 Facebook: 1,05 kr
🥉 Vevlýsingar: 2,92 kr
💩 LinkedIn: 9,60 kr

Niðurstøða

Mátað í reinum CPC er Google Ads greiður vinnari. Men tað gekk striltið at fáa ynsktu eksponeringina, og tað er tiltikið torført hjá føroyskum lýsarum at fáa Google Ads at makka rætt (tey stuðla nemliga ikki føroyskum máli).

Hóast Facebook mátað í CPC kostaði meira enn fimm ferðir so nógv sum Google Ads, so var tað munandi lættari og skjótari at røkka nógvum fólki. Um tú skalt fáa boðskapin út skjótt og effektivt, og ikki noyðist at venda hvørjari krónu, so er hetta ein góð loysn sum tey flestu longu kenna væl.

Úrslitini á Vevlýsingar smálýsingum vóru ikki vónleys, men tey kostaðu næstan tríggjar ferðir so nógv sum Facebook mátað í CPC. Tó er vert at hava í huga hvat virði tað hevur at upptraðka á einum ser-føroyskum palli. Tað er hóast alt politiskt korrekt at keypa føroyskt, og tað kann eisini vera ein pragmatisk avgerð um vit ynskja eina framhaldandi sunna internet-vinnu í Føroyum sum kann kappast við altjóða risarnar.

LinkedIn er kent sum eitt professionelt netverk, og skilir seg burturúr hinum trimum. Tað er ikki heilt rætt at samanbera somu lýsing á so ymiskum pallum, men tað var allíkavæl áhugavert at kanna hvørji úrslit kunnu væntast. Eg vil ikki útilukka at brúka LinkedIn í framtíðini, men eg haldi meg vekk fyri fyrst.


Fyrivarni og viðmerkingar

  • Ein eigur at taka hædd fyri sermerkinum á ávísum lýsingamiðlum fyri at skrædda lýsingina og fáa mest burturúr. Tað havi eg við vilja ikki gjørt her, tí eg vildi at allar lýsingarnar vóru so líkar sum gjørligt. Tað kann ávirka úrslitini positivt ella negativt fyri onkrar av miðlunum.
  • Eg havi mátað úrslit sum ferðsla til heimasíðuna frá ymsu keldunum. Eg taki ikki hædd fyri aðrari eksponering ella langtíðar brand ávirkan av hesi á ymsum miðlum.
  • Hvussu nógv tú fært fyri pengarnar kemur ann uppá útboð og eftirspurning av lýsingum og lýsarum á hvørjum miðli. Eg royni at fyribyrgja ov stórari ávirkan frá hesum við at spjaða lýsingarnar yvir eina heila viku. Men hetta merkir til dømis, at úrslitið kann gerast heilt øðrvísi um eitt ár.
  • Tann einasta føroyska loysnin í eksperimentinum er Vevlýsingar tí at, mær vitandi, er hon tann einasta sokallaða “self-service” loysnin har eg sjálvur kann rita inn og umsita mínar lýsingar. Eg valdi eisini smálýsingar ístaðin fyri flex lýsingar, tí eg meti hesar líkjast mest øðrum loysnum. Tí sigur hetta eksperimentið einki um úrslit við flex lýsingum hjá Vevlýsingar, ella lýsingar hjá øðrum føroyskum loysnum.
  • Á Google Ads og LinkedIn Ads slapp eg ikki at stovna lýsingarnar á føroyskum. Tí stovnaði eg tær á enskum við beinleiðis umsettum teksti. Um hetta hevur positiva ella negativa ávirkan á úrslitið tori eg ikki at gita.