Biolink

 

Leinkjan sum savnar tína online tilveru á einum staði. Til dømis upplagt at brúka á sosialum miðlum sum Instagram har tú bert kanst hava eina leinkju í tínum brúkara.

Persónligt
50,-
🎨 Vanlig útsjond
🖱️ 4 knappar
🔒 SSL kryptering
 
 
Startup
100,-
🎨 Vanlig útsjond
🖱️ 8 knappar
🔒 SSL kryptering
📈 Vikulig vitjanartøl
 
Fyritøka
150,-
🎨 Serstøk útsjond
🖱️ 12 knappar
🔒 SSL kryptering
📈 24/7 vitjanartøl
📷 QR kota

Prísur er mánaðarliga, goldið árliga. Til dømis avroknast Startup tænastan við 1.200,- einaferð um árið. Prísir eru uttan MVG.


🎨 Útsjónd
Títt biolink hevur eina mynd, tekst og knappar við leinkjum. Tú velur hvør mynd, tekstur og knappar skulu vera tilstaðar. Litirnir eru antin okkara vanliga útsjónd (dømi) ella ein serstøk útsjónd sum tú velur (dømi).

🖱️ Knappar
Tú velur hvørjir knappar eru á tínum biolink. Tað kann til dømis vera knappar til tínar profilar á sosialum miðlum ella til tína heimasíðu.

🔒 SSL kryptering
Biolinks brúka SSL krypterings tøkni frá Let’s Encrypt so vitjandi altíð føla seg trygg um at tey vitja rætta stað, og kagarar ongantíð ávara um ótrygt samband.

📈 Vitjanartøl
Hagtøl um vitjanir verða savnaði við Plausible. Tú kanst velja millum at fáa eina vikuliga rapport sendandi, ella hava atgongd til eina síðu har tú kanst fylgja við vitjanartølum allar tíðir á samdøgrinum. Plausible nýtir ongar kennifílar, og tískil noyðist ikki at spyrjast um loyvi áðrenn hagtøl savnast.

📷 QR kota
Tú kanst fáa útflýggjað eina QR kotu sum sendir fólk beinleiðis til títt biolink. Hon kann til dømis prentast á visitkort ella plakatir.