Grøn orka er grøn

Kringvarpið skrivar at umlegging til grøna orku er svørt. Men tað er ein misskiljing sum er løtt og vandamikil at taka til.

Hevur tú keypt tær el-bil? Ella hitapumpu? Tað ljóðar grønt – men tað er tað ikki. […] Orsøkin er manglandi megi at framleiða vind- og vatnorku.

Tað passar, at tá ið vit økja um elnýtsluna, økja vit tilsvarandi um elframleiðsluna, sum í stóran mun er tengd at olju. Tí hevur tað alstóran týdning at arbeiða miðvíst móti at útbyggja elframleiðslu úr varandi keldum, til dømis vindi og vatni.

Tá ið ein bilur koyrir ein kilometur, brúkar hann somu mongd av orku, óansæð hvar hon kemur frá. Hvussu svart hetta er, veldst um tvey viðurskifti:

  1. Hvussu er orkan framleidd?
  2. Hvussu nógv orka fer til spillis?

Ein elmotorur í Føroyum brúkar í dag somu orkukeldu sum ein brennimotorur, og tað er olja. Men ein elmotorur brúkar orku sum er framleidd á einum elvirki, har minni av orkuni fer til spillis. Ein bilur við brennimotori framleiðir sjálvur sína orku, og tá fer munandi meira orka til spillis. Tí hava elbilar longu í dag minni útlát enn bilar við brennimotori, sjálvt um orkan verður framleidd úr olju.

Ein elbilur ella hitapumpa eru ikki grønar loysnir í sær sjálvum. Tær eru loysnir sum brúka el ístaðin fyri lokala nýtslu av fossilum brennievni. Soleiðis eru tær parallelt viðvirkandi í arbeiðinum móti einari veruligari grønari umlegging, sum snýr seg um at framleiða meira el úr varandi orkukeldum. Bæði útboðið og eftirspurningurin skal byggjast samstundis.

Elbilar og varandi orkukeldur hava sínar egnu vansar og avbjóðingar. Vit skulu altíð fyrihalda okkum kritiskt til hesar. Men at ávísar loysnir ikki eru perfektar skal ikki brúkast sum umbering fyri at ikki arbeiða móti eini betri framtíð.

Ver tann býttasti

Eg plagdi at spæla á einum Counter-Strike liði. Vit vandu saman og luttóku í kappingum. Eg var nokk so vánaligur.

So bleiv eg manager hjá einum nógv betri liði. Eg brúkti so nógva tíð uppá hetta, at eg varð tveittur úr fyrra liðnum fyri at spæla for lítið.

Hóast eg knappliga spældi nógv minni Counter-Strike enn eg gjørdi áðrenn, so byrjaði eg knappliga at duga betur enn eg nakrantíð hevði dugað. Hvussu ber tað til?

Tá eg gjørdist manager hjá tí betra liðinum, víðkaðist mítt sosiala netverk við spælarum sum vóru nógv betri enn eg. Tað hevði við sær, at tá eg spældi Counter-Strike fyri stuttleikar var eg næstan altíð tann vánaligasti spælarin til staðar. Eg noyddist at pressa meg sjálvan fyri bara at fylgja nøkulunda við.

Hetta er lykilin til at blíva betri, óansæð um tað snýr seg um Counter-Strike, fótbólt, software menning ella rættstaving. Stremba eftir at koma í støður, har tú noyðist at pressa teg sjálvan fyri yvirhøvur at fylgja við. Soleiðis mennist tú skjótast.

Góði halt kjaft

Eg plagdi at grenja nógv. Um nakað irriteraði meg, so grenjaði eg um tað.

Fór onkur úr rundkoyringini uttan at blinka? Grenja.
Stendur sólin lágt og eg havi gloymt sólbrillur? Grenja.
Fekk eg lægri karakter enn eg helt meg hava uppiborið? Grenja.

So fór eg at fjakka við nøkrum vinmonnum. Tað er ein fantastisk uppliving, men tú kemur ikki uttanum nógvar lítlar irritatiónir. So eg grenjaði. Ryggsekkurin er for tungur. Grenja. Hesin býurin er illa skeltaður. Grenja. Tokið er seint. Grenja. Eg eri heitur. Grenja. Eg eri kaldur. Grenja.

Inntil ein av mínum vinmonnum bleiv troyttur av at hoyra uppá meg. Hann segði “góði halt kjaft”. Fyrst varð eg fornermaður, men nokk so skjótt gekk tað upp fyri mær hvussu nógv eg hevði grenjað, og hvussu lítið tað gagnaði nøkrum!

Tað er strævið at hoyra fólk grenja. Og tað er strævið fyri teg sjálvan at grenja! Tú skapar einki annað enn ein negativan stemning fyri teg og tey rundanum teg.

Tá tók eg fyrsta stig til at broyta hugburð. Tað bleiv til hendan stutta frymilin:

Seinni lærdi eg um stóisismu, og kenni nógv av tí aftur í hugburðinum sum eg strembi eftir.

Tað snýr seg ikki um at gerast kensluleysur ella vónleysur. Tað snýr seg um at kenna mun á tí sum er vert at brúka orku uppá og tí sum er best at lata fara. Tað hevur lætt nógv um mítt egna lív, og eg tori at pástanda at tað hevur gjørt meg til ein betri persón.

Vert at royna.