Grøn orka er grøn

Kringvarpið skrivar at umlegging til grøna orku er svørt. Men tað er ein misskiljing sum er løtt og vandamikil at taka til.

Hevur tú keypt tær el-bil? Ella hitapumpu? Tað ljóðar grønt – men tað er tað ikki. […] Orsøkin er manglandi megi at framleiða vind- og vatnorku.

Tað passar, at tá ið vit økja um elnýtsluna, økja vit tilsvarandi um elframleiðsluna, sum í stóran mun er tengd at olju. Tí hevur tað alstóran týdning at arbeiða miðvíst móti at útbyggja elframleiðslu úr varandi keldum, til dømis vindi og vatni.

Tá ið ein bilur koyrir ein kilometur, brúkar hann somu mongd av orku, óansæð hvar hon kemur frá. Hvussu svart hetta er, veldst um tvey viðurskifti:

  1. Hvussu er orkan framleidd?
  2. Hvussu nógv orka fer til spillis?

Ein elmotorur í Føroyum brúkar í dag somu orkukeldu sum ein brennimotorur, og tað er olja. Men ein elmotorur brúkar orku sum er framleidd á einum elvirki, har minni av orkuni fer til spillis. Ein bilur við brennimotori framleiðir sjálvur sína orku, og tá fer munandi meira orka til spillis. Tí hava elbilar longu í dag minni útlát enn bilar við brennimotori, sjálvt um orkan verður framleidd úr olju.

Ein elbilur ella hitapumpa eru ikki grønar loysnir í sær sjálvum. Tær eru loysnir sum brúka el ístaðin fyri lokala nýtslu av fossilum brennievni. Soleiðis eru tær parallelt viðvirkandi í arbeiðinum móti einari veruligari grønari umlegging, sum snýr seg um at framleiða meira el úr varandi orkukeldum. Bæði útboðið og eftirspurningurin skal byggjast samstundis.

Elbilar og varandi orkukeldur hava sínar egnu vansar og avbjóðingar. Vit skulu altíð fyrihalda okkum kritiskt til hesar. Men at ávísar loysnir ikki eru perfektar skal ikki brúkast sum umbering fyri at ikki arbeiða móti eini betri framtíð.