Motor.fo varð stovnað í juni 2020 við tí endamáli at savna føroyska brúktbilasølu á einari heimasíðu fyri at gera tað lættari hjá seljarum at røkka keyparum og hjá keyparum at finna júst rætta bilin við at brúka eitt greitt og lætt filtrerbart yvirlit.
Heimasíðan selist vegna broyttar persónligar umstøður.
Heimasíðan hevur hesar funktiónir:
- Seljarar kunnu stovna egna brúkara og bilar til sølu.
- Sølulýsingar við myndum og upplýsingum um bilum.
- Keyparar kunnu sálda alt inventarið eftir merki, orkuslagi, prísi, osfr.
- Keyparar kunnu skriva beinleiðis til seljarar umvegis sølulýsingarnar.
- Keyparar kunnu samanbera bilar við síðuni av hvørjum øðrum.
- Bilasølur kunnu viðlíkahaldi inventar av bilum til sølu.
- Brúkarar kunnu síggja allar bilasølur og skriva ummæli um tær.
- Umsitari kann skriva tíðindagreinar.
Hetta fylgir við søluni:
- Heimasíðan.
- Logo.
- Økisnavnið motor.fo.
- Brúkaranavn og loyniorð til ein SiteGround brúkara har heimasíðan liggur.
- Facebook síðan.
- Monitorering loysn sum fráboðar um nýggjar og strikaðar bilar hjá bilasølum.
- Deko til ein bil.
Hagtøl
Heimasíðan varð avdúkað tann 10. juli. Bert eina viku seinni, tann 17. juli, vóru fleiri enn 1.000 vitjandi pá ein einkultan dag.
Fyrsta mánaðin vóru 8.252 vitjandi og 35.941 sýndar síður.
Dømir um inntøkumøguleikar
- Bannaralýsingar
Vanligar bannaralýsingar sum tær kennast á øðrum heimasíðum. Upplagt er at selja til bilasølur, tangastøðir, koyrilærarar og tryggingarfeløg. - Sølulýsingar
Heimasíðan hevur funktiónir til at taka gjald fyri serligar sølulýsingar (sum td. verða meira vístar á forsíðuni ella deildar á sosialum miðlum). Payment gateway er ikki uppsettur. - Sertænastur
Vinnugreiningar og analysur til bilasølur og onnur út frá hagtølum um aktivitet á Motor.fo.
Fastar útreiðslur
- Økisnavnið motor.fo (280,- kr /ár)
- Servarahýsing (ca. 1.000,- kr /ár)
Tøknin
- Heimasíðan er bygd á WordPress og er tískil løtt at viðlíkahaldi og víðarimenna.
- Serstøk theme til bilasølu við goldnum licensi.
- Alt ið sæst av vitjandi er umsett til føroyskt.