Samanbering av talgildum lýsingamiðlum: Part Deux

Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdi eg eitt eksperiment, har eg samanbar lýsingar á fýra ymsum online miðlum: Facebook, Google Ads, LinkedIn og Vevlýsingar. Tú kanst lesa um tað eksperimentið og úrslitini her: Samanbering av talgildum lýsingamiðlum

Tá brúkti eg loysnina Smálýsingar hjá Vevlýsingum, sum eru tekstur og supplerandi mynd. Eg gjørdi tað sama hjá hinum miðlunum fyri at samanberingsgrundarlagið skuldi vera so eftirfarandi sum gjørligt.

Hesuferð ynskti eg at samanbera bannara lýsingar. Eg gjørdi eina 1000×500 Flexlýsing at brúka hjá Vevlýsingum, og líknandi bannarar aðrastaðni.

Framferðarháttur

Í eina viku (14.05.2021 til og við 20.05.2021) havi eg keypt lýsingar fyri tænastuna Biolink á hesum miðlum:

Lýsingarnar eru so líkar sum gjørligt fyri at samanberingsgrundarlagið skal vera so eftirfarandi sum gjørligt. Eg velji at koyra Flexlýsingina á dagur.fo, sum kostar 115,- kr um dagin. Eg velji sama budget á hinum miðlunum.

Samstundis brúki eg vevmátingar amboðið Plausible at máta trafikkin til heimasíðuna frá hesum lýsingum. Eg identifiseri kelduna við at brúka UTM frámerki.

Tíverri fekk eg (aftur hesuferð) trupulleikar við Google Ads. Hóast skipanin fortelur, at alt er rætt og gott, so verður lýsingin ikki víst. Eg kanni hetta nærri, men viðvíkjandi júst hesum eksperimentinum má eg staðfesta, at Google Ads miseydnaðist.

Úrslit

Her eru samlaðu tølini fyri vikuna.

Aftur hesuferð eru úrslitini frægast hjá Facebook, men ikki við líka sannførandi muni sum seinast. Facebook brúkti alt mítt ásetta budget. Tískil er samlaða nýtslan hendan:

  • Vevlýsingar: 805,- kr
  • Facebook: 805,- kr
  • Google Ads: 0,- kr

Sum áður nevnt, koyrdi lýsingin als ikki á Google Ads og brúkti tí einki av mínum budgetti. Eg brúki tøluni fyri ferðslu og kostnað til at rokna mín effektiva Cost-Per-Click (CPC) hjá hvørjum miðli. Hetta talið sigur mær, hvussu nógvar pengar eg endaði við at geva fyri hvørja ferð ein brúkari vitjaði heimasíðuna gjøgnum lýsingina.

🖱️ CPC
🥇 Facebook: 1,85 kr
🥈 Vevlýsingar: 3,26 kr
💩 Google Ads: ∞,- kr

Av tí at talan er um sera visuellar bannaralýsingar, so er tað hugsandi, at eksponeringin er verd meira enn bert, hvussu nógv fólk trýsti á hana. Tí taki eg hesuferð Cost-Per-Mille (CPM) við í metingina, sum sigur mær, hvussu nógvar pengar eg brúki hvørja ferð, lýsingin verður víst 1.000 ferðir. Tá eru úrslitini hesi:

👀 CPM
🥇 Vevlýsingar: 1,84 kr
🥈 Facebook: 10,82 kr
💩 Google Ads: ∞,- kr

Niðurstøða

Seinast var Google Ads greiður vinnari mátaður í reinum CPC, men hesuferð miseydnaðist tíverri at fáa nøkur úrslit. Eg nevndi seinast, at Google Ads er tiltikið torført í føroyskum høpi. Allíkavæl vænti eg at royna tað aftur eina aðru ferð vegna greiðu úrslitini seinast. Tað kostar heldur einki at seta eina lýsing upp, um hon ikki verður víst, og tað skal ikki neyðturviliga so nógv arbeiði til.

Facebook hevði aftur hesuferð fyrimunin í CPC, og var harvið tann bíligasta keldan av ferðslu til heimasíðuna. Men tað kostaði næstan seks ferðir so nógv sum Flexlýsingin fyri hvørja ferð bannarin varð vístur einum brúkara. Tíverri dugi eg ikki at seta tal á relativa virðið av ferðslu mótvegis eksponering, men tað er eisini ymiskt, alt eftir hvørjum tú lýsir fyri.

Sum skrivað omanfyri hevði Flexlýsingin hjá Vevlýsingum stóran fyrimun í CPM hóast haltandi CPC. Tað ger hana betri egnaða til summi endamál og verri egnaða til onnur endamál.