Bakgrund
Vit hava nógv at velja millum tá vit skulu lýsa á internetinum. Men hvar fáa vit mest fyri pengarnar? Eg havi roynt at farið semi-vísindiliga til verka fyri at fáa eitt benchmark av hesum.
Hetta er eitt sera einfalt eksperiment, og har eru nógv fleiri faktorar sum spæla inn í hetta enn eg havi tikið atlit til. Allíkavæl haldi eg tað hevur virði at fáa eina hóming av effektivitetinum hjá ymsum miðlum.
Framferðarháttur
Í eina viku (17.03.2021 til og við 23.03.2021) havi eg keypt lýsingar fyri heimasíðuna Leita.fo á hesum miðlum:
Lýsingarnar eru so líkar sum gjørligt fyri at samanberingsgrundarlagið skal vera so eftirfarandi sum gjørligt. Eg seti eitt budget á 60,- kr um dagin á hvønn miðil uttan at taka støðu til tíðir á degnum ella øðrum effektiviseringum.
Samstundis brúki eg vevmátingar amboðið Plausible at máta trafikkin til heimasíðuna frá hesum lýsingum. Eg identifiseri kelduna við at brúka UTM frámerki.
Úrslit
Her eru samlaði tølini fyri vikuna.
Vit síggja at í hesum eksperimentinum er Facebook greiður vinnari. Men her er enn ikki tikið hædd fyri brúktu upphæddunum.
Budgettið á hvørjum veitara varð sett til 60,- kr um dagin, men alt budgettið er ikki brúkt. Hjá Vevlýsingum er fulla budgettið brúkt og sýningar tillutaðar hareftir. Hjá hinum trimum er nýtslan roknað annarleiðis út frá útboðnum av sýningum. Tískil er hetta samlaða nýtslan:
- Vevlýsingar smálýsingar: 420,- kr
- Facebook: 346,- kr
- Google Ads: 17,- kr
- LinkedIn: 48,- kr
Her er stórur munur á samlaðu nýtsluni, hóast identisku budgettini. Av onkrari orsøk er serliga nýtslan á Google Ads ógvusliga tálmað. Eg kann brúka tølini fyri ferðslu og kostnað til at rokna mín effektiva Cost-Per-Click (CPC) hjá hvørjum veitara. Hetta talið sigur mær hvussu nógvar pengar eg endaði við at geva fyri hvørja ferð ein brúkari vitjaði Leita.fo gjøgnum eina lýsing.
🥇 Google Ads: 0,20 kr
🥈 Facebook: 1,05 kr
🥉 Vevlýsingar: 2,92 kr
💩 LinkedIn: 9,60 kr
Niðurstøða
Mátað í reinum CPC er Google Ads greiður vinnari. Men tað gekk striltið at fáa ynsktu eksponeringina, og tað er tiltikið torført hjá føroyskum lýsarum at fáa Google Ads at makka rætt (tey stuðla nemliga ikki føroyskum máli).
Hóast Facebook mátað í CPC kostaði meira enn fimm ferðir so nógv sum Google Ads, so var tað munandi lættari og skjótari at røkka nógvum fólki. Um tú skalt fáa boðskapin út skjótt og effektivt, og ikki noyðist at venda hvørjari krónu, so er hetta ein góð loysn sum tey flestu longu kenna væl.
Úrslitini á Vevlýsingar smálýsingum vóru ikki vónleys, men tey kostaðu næstan tríggjar ferðir so nógv sum Facebook mátað í CPC. Tó er vert at hava í huga hvat virði tað hevur at upptraðka á einum ser-føroyskum palli. Tað er hóast alt politiskt korrekt at keypa føroyskt, og tað kann eisini vera ein pragmatisk avgerð um vit ynskja eina framhaldandi sunna internet-vinnu í Føroyum sum kann kappast við altjóða risarnar.
LinkedIn er kent sum eitt professionelt netverk, og skilir seg burturúr hinum trimum. Tað er ikki heilt rætt at samanbera somu lýsing á so ymiskum pallum, men tað var allíkavæl áhugavert at kanna hvørji úrslit kunnu væntast. Eg vil ikki útilukka at brúka LinkedIn í framtíðini, men eg haldi meg vekk fyri fyrst.
Fyrivarni og viðmerkingar
- Ein eigur at taka hædd fyri sermerkinum á ávísum lýsingamiðlum fyri at skrædda lýsingina og fáa mest burturúr. Tað havi eg við vilja ikki gjørt her, tí eg vildi at allar lýsingarnar vóru so líkar sum gjørligt. Tað kann ávirka úrslitini positivt ella negativt fyri onkrar av miðlunum.
- Eg havi mátað úrslit sum ferðsla til heimasíðuna frá ymsu keldunum. Eg taki ikki hædd fyri aðrari eksponering ella langtíðar brand ávirkan av hesi á ymsum miðlum.
- Hvussu nógv tú fært fyri pengarnar kemur ann uppá útboð og eftirspurning av lýsingum og lýsarum á hvørjum miðli. Eg royni at fyribyrgja ov stórari ávirkan frá hesum við at spjaða lýsingarnar yvir eina heila viku. Men hetta merkir til dømis, at úrslitið kann gerast heilt øðrvísi um eitt ár.
- Tann einasta føroyska loysnin í eksperimentinum er Vevlýsingar tí at, mær vitandi, er hon tann einasta sokallaða “self-service” loysnin har eg sjálvur kann rita inn og umsita mínar lýsingar. Eg valdi eisini smálýsingar ístaðin fyri flex lýsingar, tí eg meti hesar líkjast mest øðrum loysnum. Tí sigur hetta eksperimentið einki um úrslit við flex lýsingum hjá Vevlýsingar, ella lýsingar hjá øðrum føroyskum loysnum.
- Á Google Ads og LinkedIn Ads slapp eg ikki at stovna lýsingarnar á føroyskum. Tí stovnaði eg tær á enskum við beinleiðis umsettum teksti. Um hetta hevur positiva ella negativa ávirkan á úrslitið tori eg ikki at gita.