Marknaðarføring

Eg arbeiði bara við online marknaðarføring. Hetta hevur tvær orsøkir:

  • Tað er tað sum eg dugi best.
  • Tað er lættast at máta úrslitini av.

Eg arbeiði mest við lýsingum á Facebook, Google og á Vevlýsingum. Tú fært eitt innlit í mína tilgongd í hesari greinini: Samanbering av talgildum lýsingamiðlum

Saman við kundum er tilgongdin hendan:

  1. Vit formulera saman títt endamál.
  2. Eg geri eina ætlan sum vit semjast um.
  3. Lýsingarnar fara í gongd og eg geri smábroytingar og optimeringar ávegis.
  4. Vit eftirmeta úrslitini.
  5. Tú ert so vælnøgd/ur at vit gera tað umaftur (valfrítt men sannlíkt).