Eg havi arbeitt við íverksetan í nógv ár, og havi loyst avbjóðingar sum flestu íverksetar hava. Her eru nøkur ting eg hjálpi við:
- Konseptmenning
- Online marknaðarføring
- Sølustrategi
- Samstarvsmenning (serliga við útlendskar fyritøkur)
- Samskifti og tekstsmið á enskum
Her er eitt úrval av mínum kvalifiserandi royndum:
- Eg stovnaði heimasíðuna eBillett.fo, sum seldi túsundtals billettir til konsertir, festivalar, sjónleikar og annað áðrenn eg seldi hana í 2012.
- Eg skipaði av egnum initiativi fyri árligu íverksetanarráðstevnuni Nebula frá 2012 til 2015 í tøttum samstarvi við almennar stovnar umframt lokalar og altjóða fyritøkur.
- Í samstarvi við amerikanska leiku-risan Mattel umsetti, framleiddi og seldi eg borðspælið Scrabble á føroyskum.
- Eg varð settur sum høvuðsfyriskipari av altjóða íverksetanarráðstevnuni TechBBQ í 2015, tá hon fyri fyrsti ferð varð hildin í Operahúsinum í Keypmannahavn.
Eg eri góðkendur í ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa, so tú kanst søkja um stuðul til verkætlanarkostnaðin tá vit arbeiða saman.