Eg dugi væl við orðum, serliga á enskum. Faktiskt dugi eg so mikið væl, at røttu orðini frá mær styrkja brand og stimbra sølu.
Uppvøksturin hjá føroyingum í USA gav mær enskt sum móðurmál tvunnið við eina intuitiva fatan av bæði føroyskum sendara og altjóða móttakara.
Eg bæði umseti úr føroyskum og riti serstakan tekst á enskum. Til dømis:
- Tíðindaskriv
- Filmteksting (við .srt formati til lætta importering)
- Sølutekst
- Tekst til sosialar miðlar (emojis íroknað)