Eg plagdi at spæla á einum Counter-Strike liði. Vit vandu saman og luttóku í kappingum. Eg var nokk so vánaligur.
So bleiv eg manager hjá einum nógv betri liði. Eg brúkti so nógva tíð uppá hetta, at eg varð tveittur úr fyrra liðnum fyri at spæla for lítið.
Hóast eg knappliga spældi nógv minni Counter-Strike enn eg gjørdi áðrenn, so byrjaði eg knappliga at duga betur enn eg nakrantíð hevði dugað. Hvussu ber tað til?
Tá eg gjørdist manager hjá tí betra liðinum, víðkaðist mítt sosiala netverk við spælarum sum vóru nógv betri enn eg. Tað hevði við sær, at tá eg spældi Counter-Strike fyri stuttleikar var eg næstan altíð tann vánaligasti spælarin til staðar. Eg noyddist at pressa meg sjálvan fyri bara at fylgja nøkulunda við.
Hetta er lykilin til at blíva betri, óansæð um tað snýr seg um Counter-Strike, fótbólt, software menning ella rættstaving. Stremba eftir at koma í støður, har tú noyðist at pressa teg sjálvan fyri yvirhøvur at fylgja við. Soleiðis mennist tú skjótast.